Innanlands

Ákærd fyri at stjala upplýsingar frá arbeiðsgevara: Føroya rættur fríkent kvinnu

Føroya rættur metir ikki at ein kvinna, sum var ákærd fyri at hava stolið upplýsingar og brúkt tær at kappast móti fyrrverandi arbeiðsgevaranum, er sek í hesum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-01-27 14:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein kvinna var í Føroya rætti í gjár fríkend. Hon var ákærd fyri at hava stolið upplýsingar og brúkt tær at kappast móti fyrrverandi arbeiðsgevaranum, umframt eisini fríkend fyri herverk.

Tað veit útvarpið.

Kvinnan var fríkend fyri at hava skaffað nýggja arbeiðsplássi sínum kappingarfyrimunir við at brúka upplýsingar um sáttmálar hjá fyrrverandi arbeiðsgevaranum.

Ákæruvaldið er ikki komið við upplýsingum, sum skjalfesta at sáttmálarnir, sum kvinnan sendi til sín sjálv, eru brúktir at geva sær sjálvari kappingarfyrimunir.

Kringvarpið skrivar, at í úrskurðinum verður víst á, at fyritøkan hevði ógreiðar reglur í sambandi við at senda skjøl til privatar teldupostadressur. Kvinnan var eisini ákærd fyri at hava tømt harðiskin á telduni eftir at hon hevði sagt seg úr starvi.

Men løgreglan fekk telduna ov seint til at kunna siga, hvat er gjørt við hana. Og tað, at teldan eisini hevði verið til umvælingar, og tað tí ikki kann ávísast hvør hevur verið inni á telduni, ger, at ákæruvaldið heldur ikki fekk viðhald í tí førinum.

Ákæruvaldið umhugsar nú um málið skal kærast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder