Innanlands

Afturkalling av REMA 1000 Tomat Ketchup

Gróður av mjólkarsýrubakterium, sum elvir til gassgerð, er staðfestur í nøkrum av fløskunum, og tí er vøran ikki egnað til matna sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2021-09-29 07:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey, sum hava keypt REMA 1000 Tomat Ketchup, eiga at hyggja eftir dagfestingini á vøruni.

Scandic Food A/S afturkallar nevniliga hesa vøruna, tí at tað í nøkrum av fløskunum er staðfestur gróður av mjólkarsýrubakterium, sum elvir til gassgerð. Tí er vøran ikki egnað til matna.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir borgarum til at lata vøruna innaftur, har hon er keypt, ella at beina hana burtur.

Talan er um hesa vøru:

REMA 1000 Tomat Ketchup
Nettovekt: 1000 g
Best fyri: 25/3-2022

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder