Innanlands

Afturkalla kostískoyti

Kanningar hava víst høgt innihald av ethylenoxid í kostískoytinum Deep Breath og OmniC, sum kann verða krabbameinselvandi, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: New Nordic Healthcare)

(Mynd: New Nordic Healthcare)

2021-09-08 08:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyritøkurnar New Nordic Healthcare ApS og Biosym A/S afturkalla nú kostískoytini Deep Breath og OmniC.

Orsøkin er, at kanningar hava víst ov høgt innihald av ethylenoxid í vøruni. Ethylenoxid er eitt týningarevni, sum kann verða krabbameinselvandi.

Vørurnar eru seldar í Føroyum, og eiga fólk, ið hava keypt hesar vørur, at lata tær innaftur, hagani tær eru keyptar ella beina tær burtur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Talan er um hesar vørur:

Deep Breath frá New Nordiic Healthcare ApS
Lotnummar 92966
Íløt á 60 tablettir

OmniC 500 mg frá Biosym A/S
Batchnummar og best fyri
F149087, holdbarhedsdato: 03-2023
F150184, holdbarhedsdato: 05-2023
F151678, holdbarhedsdato: 09-2023
F153264, holdbarhedsdato: 11-2023
Íløt á 180 tablettir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder