2021-12-04 21:29
            
        
         
                
            Talið á sonevndu aktivu tilburðunum í Føroyum er vaksandi. Eftir at hava verið niðri og vent á 368 aktivum tilburðum 21. november, er talið nú komið upp á 533.
Orsøkin er at alsamt fleiri tilburðir verða staðfestir dagliga. 46 tilburðir vóru staðfestir fyrradagin, men í gjár fór talið upp aftur.
Nýggjastu tølini frá landslæknanum vísa, at 62 tilburðir vóru staðfestir í 2.969 kanningum gjár.
Fimm eru nú innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum, og hetta er ein persónur meira enn í gjár.
774 fólk eru í sóttarhaldi.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald