Innanlands

Ætlan fyri vetrarfriðing handað

Fyrr í ár gjørdi Sunda kommuna avtalu við Senit, um at gera eina vetrarfriðingarætlan fyri allar bygdirnar í kommununi, og arbeiðið er nú komið so langt áleiðis, at fyrsta stig er handað kommununi

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sigurd Justinussen, Senit, Esther Dahl, forkvinna í Vinnu- og Umhvørvisnevndini og Haraldur S. Hammer, limur í Vinnu- og Umhvørvisnevndini (Mynd: Sunda kommuna)

Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sigurd Justinussen, Senit, Esther Dahl, forkvinna í Vinnu- og Umhvørvisnevndini og Haraldur S. Hammer, limur í Vinnu- og Umhvørvisnevndini (Mynd: Sunda kommuna)

2022-09-12 14:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sitandi býráð hevur sett sær fyri at fáa gongd á vetrarfriðingina í Sunda Kommunu, soleiðis at fyrsta bygdin kann verða vetrarfriðað hesa býráðssetuna, og at ein tíðarætlan er fyri hinar bygdirnar.

Fyrsta stig í hesi ætlan er at fáa greinað, í hvørjum bygdum tørvur er á vetrarfriðing, og hvussu henda skal fremjast.

Heitt varð á ráðgevandi fyritøkuna, Senit, um at gera eitt arbeiðsskjal, sum skal liggja sum grund undir endaligu ætlanini. Hetta arbeiðsskjalið er nú handað Esther Dahl, forkvinnuni í Vinnu- og Umhvørvisnevndini.

Sunda kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder