Innanlands

ABE-samgonga í Klaksvík

Størsti flokkurin fór ikki eftir borgarstjórasessinum. Samgonguskjal varð undirskrivað fyri løtu síðani

(Mynd: Norðlýsið)

(Mynd: Norðlýsið)

2020-11-11 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit fóru ikki uppá val at fáa borgarstjóran. Vit fór uppá val uppá at fáa ávirkan, segði Atli Justinussen, toppskorari í Klaksvíkar komunu, um samgongusamráðingarnar sum nú eru lidnar.

Samgonguskjalið varð undirskrivað nakað eftir klokkan 18, og næstu fýra árini verður tað ein samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi í Klaksvíkar kommuna.

Fólkaflokkurin fekk fimm býráðssessir, men er ikki farin eftir borgarstjórasessinum. Hinvegin er tað Sambandsflokkurin sum við einum umboði í býráðnum, Karl Johansen, hevur fingið borgarstjórasssin.

Samgonguskjalið kann lesast á nordlysid.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder