Innanlands

Áarlop í Norðragøtu og Lamba í nátt

Eisini á elduvíkarvegnum leyp – har er ikki koyrandi í løtuni

Elduvíkarvegurin var eisini raktur av skriðulopi síðsta vetur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Elduvíkarvegurin var eisini raktur av skriðulopi síðsta vetur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-20 06:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvey áarlop órógvaðu fólk í regninum í gjárkvøldið og í nátt.

Nakað fyri midnátt fekk løgreglan boð um eitt áarlop í Lamba og eitt í Norðragøtu. Í báðum førum rakti skriðan eini hús, og í báðum førum var kommunala tilbúgvingin boðsend fyri at fara út at hjálpa til við at beina vatnið burtur og tøma kjallararnar fyri vatn.

Ongar fráboðanir eru um mansskaðar í sambandi við áarlopini.

Tað var annars í Klaksvík og Haraldsundi, at óttin var størstur fyri at áir fóru at leypa nú blot kom í kavan samstundis sum tað regnaði illa, men haðani hevur løgreglan ongar fráboðanir fingið.

Hinvegin var fráboðan um eitt lop á Elduvíkarvegnum um 10 tíðina í gjárkvøldið. Vegurin hevur síðan verið stongdur fyri ferðslu.

Landsverk fekk fráboðan um støðuna, men løgreglan dugdi í morgun ikki at siga, nær roknast kann við, at koyrandi verður til Elduvíkar aftur.

Á heimasíðuni hjá Landsverki framgongur, at tað tað í løtuni ikki er koyrandi til tvær bygdir – til Elduvíkar og Skælings.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder