Innanlands

75 ár síðan fólkaatkvøðuna 14. september

Veitsla verður í Miðvági leygardagin – orðadystur millum Høgna Hoydal og Bárð á Steig Nielsen í Havn í kvøld

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-14 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag, 14. september, eru liðin 75 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946, tá atkvøtt var millum eitt danskt stjórnaruppskot um eina heimastýrisskipan ella loysing frá Danmark.

5.656 veljarar, svarandi til 48,7 prosent, atkvøddu fyri loysing meðan 5.490 veljarar, svarandi til 47,2 prosent, atkvøddu fyri stjórnaruppskotinum. 478 veljarar, 4,1 prosent, atkvøddu blankt.

11.624 av 17.216 veljarum við valrætti greiddu atkvøðu. Valluttøkan var sostatt 67,5 prosent.

[object Object]

11 dagar eftir fólkaatkvðuna, 25. september 1946, kunngjørdi amtmaðurin fyri løgtinginum, at kongur hevði tikið avgerð um at upploysa løgtingið og skrivað út nýval.

Loysingartilgongdin, sum ein meiriluti á løgtingi hevði sett í gongd, varð tí støðgað. Og tá samríkjaflokkarnir, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin, vunnu stóran meiriluta á løgtingsvalinum 8. november, varð loysingin avlýst, og í staðin kom núgaldandi heimastýrislóg í gildi 1. apríl 1948.

Í vónbrotinum yvir eftirspælið av fólkaatkvøðuni, varð Tjóðveldisflokkurin – nú Tjóðveldi – sett á stovn í mai mánaði 1948.

Tjóðveldi fer at markera 75 ára dagin fyri fólkaatkvøðuna leygardagin 18. september.

Tað verður gjørt við eini veitslu í bygdahúsinum í Miðvági, sum Vága Tjóðveldisfelag skipar fyri.

Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipar í kvøld – á sjálvum 75 ára degnum fyri fólkaatkvøðuni – fyri einum kjakfundi í Reinsarínum í Tórshavn við luttøku av formanni Tjóðveldis, Høgna Hoydal, og formanni Sambandsfloksins, Bárði á Steig Nielsen, løgmanni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder