Uttanlands

640 flóttafólk í sama flogfari

Ræðsluslignir afghanar kluvu sjálvir upp í eitt amerikanskt C-17 Globemaster III flogfar í Kabul

(Mynd: Defence One)

(Mynd: Defence One)

2021-08-17 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt amerikanskt hernaðarligt farmaflogfar flutti sunnukvøldið umleið 640 afghanar til Katar úr Kabul. Tað upplýsir amerikanski miðilin Defence One.

Miðilin ber eisini eina mynd, sum vísir hvussu tætt afghansku flóttafólkini sita í flogfarinum.

Ferðafólkini sótu á gólvinum í lastarúminum, og hildu sær fast í stroppum, ið vanliga verða brúktir til at stúva farm.

Flogfarið er eitt C-17 Globemaster III hjá U.S. Air Force. Sambært framleiðaranum, Boeing, er flogfarið góðkent til 134 ferðafólk, sum er rættiliga nógv færri enn tey, sum vóru umborð á flogfarinum hendan túrin.

Hernaðarflogfarið skuldi eftir ætlan ikki taka so nógv fólk umborð í Kabul, men ræðsluslignir afghanar kluvu sjálvir upp á hálvt afturlatnu lastalúkuna á flogfarinum, skrivar Defence One.

Í staðin fyri at noyða fólkini úr flogfarinum aftur, varð valt at taka tey við.

Óvist er, um uppgávan hjá flogfarinum var at flyta fólk úr landinum, ella um uppgávan var ein onnur.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at hernaðarflogfør av hesum slag verða brúkt til at flyta fleiri fólk, enn flogførini alment eru góðkend til.

Í 2013, tá eitt ódnarveður rakti Filipsoyggjar, skrivaði amerikanska flogvápnið, at tey høvdu flutt yvir 670 fólk í einum líknandi flogfari.

Hetta er ikki einasta ovfylta flogfar úr Kabul í hesum døgum. Arabisku Emiratini hava eisini flutt kjokkfull flogfør úr Afghanistan, skrivar tv2.dk. 

[object Object](Mynd: Defence Ond)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder