Innanlands

520 milliónir á kontu hjá føroyingum mánadagin

Mánadagin 2. mai verður frítíðarlønin útgoldin til 34.235 persónar

2022-04-28 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin, 2. mai, verða nógvar kontur sum taka seg væl betri út. Tá verður frítíðarlønin nevniliga útgoldin.

Taks upplýsir, at útvið 520 milliónir krónur verða fluttar 34.235 persónum í frítíðarløn.

Hetta eru 21 milliónir og 1.353 persónar fleiri enn í fjør, sigur Taks.

Um ein fær frítíðarløn, ber til at síggja upphæddina á Borgaraglugganum.

Hjá tímaløntum er frítíðarlønin 12 prosent av tí, sum tey hava tjent í innvinngarárinum. Mánaðarlønt fáa eitt frítíðarískoyti upp á 1,5 prosent av lønini, tey hava tjent í innvinningarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder