Innanlands

500.000 krónur til fíggjarliga sperdar barnafamiljur

Árliga jólakonsertin hjá Barnabata var í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið – Sum nakað nýtt var ársins konsert eisini víst beinleiðis í sjónvarpinum

Mynd: Barnabati/Facebook

Mynd: Barnabati/Facebook

2020-12-07 15:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnukvøldið var árliga jólakonsertin hjá Barnabata í Hoyvíkar kirkju. Eins og undanfarin ár var endamálið at savna inn pening til fíggjarliga sperdar barnafamiljur.

Sum nakað nýtt var ársins konsert eisini víst beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Tey, sum framførdu, vóru Marius Ziska, Jens Marni Hansen, Tóra & Pætur við Keldu, Ernst Sondum Dalsgarð, Ung-stjørnuskot, Morgunkórið, Blátt gras og Xperiment.

Tá jólakonsertin varð umrødd í morgunsendingini hjá Kringvarpinum fríggjadagin, varð nevnt, at Barnabati undanfarin ár hevði fingið millum 60.000 og 70.000 krónur inn í sambandi við konsertina. Upphæddin í ár var nakað væl hægri. Felagsskapurn boðaði seinnapartin frá, at heilar 500.000 krónur komu inn.

Tey, sum ynskja at søkja um jólahjálp frá Barnabata kunnu søkja fram til týskvøldið 8. desember. Meira kunning fæst á heimasíðuni hjá felagsskapinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder