Innanlands

40 km/t sona í Vági

Frá mánadegnum 16. januar verður 40 km/t sona eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi, boðar Vágs kommuna frá

(Mynd: Vágs kommuna)

(Mynd: Vágs kommuna)

2023-01-15 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vágs Kommuna arbeiðir áhaldandi við ferðslutrygd og viðurskiftum í ferðsluni, og frá mándegnum 16. januar, verður hámarksferðin broytt á Marknoyarvegi og Vágsvegi.

Arbeiðið hevur verið fyri í ferðslunevndini, teknisku nevnd og umhvørvisnevndini, og síðani hevur Vágs Býráð samtykt, at hámarkið eftir Marknoyarvegi og Vágsvegi verður 40 km/t – 40 km/t sona, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Burturúr arbeiðnum hjá kommununi at bøta um ferðsluviðurksiftini kann eisini nevnast rundkoyring á Vágsvegi, har Vágsvegur, Toftavegur og Marknoyarvegur møtast, fleiri parkeringspláss á Vágsvegi og Toftavegi, og parkeringsforboð á ávísum strekkjum, á áðurnevndu vegum.

Broytta hámarksferðin á Marknoyarvegi og Vágsvegi fer, sum áður nevnt, í gildi mánadagin 16. januar. Arbeiðsmenn hjá Vágs Kommunu hava skeltað og verða hesi skeltir sjónlig frá mánadegnum. Heitt verður á bilførarar um, at leggja nýggju hámarksferðina í geyma, skrivar Vágs kommuna.

Broytta hámarksferðin á 40 km/t er eisini galdandi við Vágs skúla. Áður hevur tað verið hámark á 30 km/t, men nú verður loyvt at koyra upp til 40 km/t eftir Vágsvegi framvið Vágs skúla, men kommunan heitir á bilførarar um at ansa eftir skúlabørnunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder