Mentan

40 ára gomul Prince-upptøka nústani givin út

Hóast Prince hevur verið deyður í fleiri ár, varð nýtt tilfar hjá honum givið út í gjár. Talan er um eina akustiska demoútgávu av lagnum "I Feel For You".

Prince (Savnsmynd)

Prince (Savnsmynd)

2019-10-20 14:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast Prince hevur verið deyður í meira enn trý ár, er nýtt tilfar frá heimskenda tónleikaranum júst givið út.

Í sambandi við, at tað í gjár varð 40 ár síðani, hann gav út fløguna "Prince", varð ein akustisk demoútgáva av lagnum "I Feel For You", sum ongantíð hevur verið givin út áður, givin út.

Tað skrivar TV2.

Demoupptøkan er frá vetrinum 1978-1979, tá Prince var 20 ára gamal, men hevur ongantíð verið tøk hjá almenninginum fyrr enn nú. Lagið er at finna á stroymingartænastum kring heimin.

Til ber at hoyra demoupptøkuna omanfyri:

Á sínari yrkisleið náddi Prince at selja fleiri enn 100 mió. útgávur um allan heimin og at vinna sjey Grammy-heiðurslønir. Millum hitt hansara kunnu nevnast "When Doves Cry", "Purple Rain", og "Kiss".

Í apríl 2016 varð hann funnin deyður í amerikanska býnum Minneappolis, har hann búði og hevði upptøkuhøli. Hann doyði av einari yvirdosis av heilivági.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder