Innanlands

3,4 milliónir krónur eftir trimum árum

Føroyingar hava av álvara tikið fíggingarportalin Hópfígging til sín. Higartil hava 26 verkætlanir fingið fígging umvegis pallin

Barnakaffistovan Olivia er ein av teimum, sum hava fingið fígging umvegis Hópfígging (Mynd: Sverri Egholm)

Barnakaffistovan Olivia er ein av teimum, sum hava fingið fígging umvegis Hópfígging (Mynd: Sverri Egholm)

2022-10-08 08:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat hava barnakaffistovan Olivia, smátturnar uppi á deildini í Mikladali, føroyskt urtaté og føroyska parfuman Siba til felags?

Hetta eru alt verkætlanir, sum eru blivnar til veruleika, m.a við stuðli umvegis fíggingarportalin Hópfígging. Við smærri mongdum av kapitali frá íleggjarum og stuðlum, hava higartil 26 verkætlanir fingið fígging til teirra verkætlan tann vegin.

Fyri ein íverkseta er fíggjarligur stuðul til tíðir ein trupul mannagongd at skula ígjøgnum, tá vanligi stuðulsmøguleikin úr banka ella við stuðli frá øðrum aktørum, verður troyttur. Hópfíggingarportalurin er tá ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum vinnuspírum, at gera dreym til veruleika. Við trimum árum og 26 verkætlanum á baki, hava einstaklingar, fyritøkur og onnur áhugaði, stuðlað við tilsamans góðum 3,4 milliónum krónum.

Nú hópfíggingarportalurin í dag, 8.oktobur, hevur trý ár á baki, kann róliga sigast at føroyskir vinnuspírar hava tikið hópfíggingarportalin til sín.

Tað er Íverksetarahúsið, saman við Vinnuframa og Visit Faroe Islands, ið hava tikið stig til hópfíggingarportalin. Í samstarvi við íslendsku fyritøkuna Karolina Fund, ið hevur ment portalin, er tað Íverksetarahúsið, ið umsitur portalin.
Endamálið við Hópfígging er at stuðla undir og menna íverksetan í Føroyum, við at geva íverksetarum ein nýggja fíggingarmøguleika, og á tann hátt at gera tað lættari hjá íverksetarum og íleggjarum at finna hvønn annan.

Ein og hvør, sum hevur eitt gott hugskot til eina verkætlan, kann søkja fígging til sína verkætlan umvegis hópfíggingarportalin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder