Stórur partur av fakfeløgunum í Føroyum hittust í Smæruni í Havn í gjár, har tey umrøddu støðuna, nú sjúkrarøktarfrøðingar hava verið í verkfalli í meira enn tríggjar vikur.
Úrslitið var ein yvirlýsing, sum 30 fakfeløg hava skrivað undir, har stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður lýstur, og heitt verður á Fíggjarmálaráðið um at fara til samráðingar aftur.
--
Yvirlýsing samtykt á fundi í Smæruni 23. oktobur 2023
Undirritaðu fakfeløg vísa Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar okkara stuðul, og vit heita staðiliga á Fíggjarmálaráðið sum skjótast at koma til samráðingarborðið til veruligar samráðingar.
Starvsfelagið
 Føroya Handverkarafelag
 Serlæknafelagið
 Yngri læknar Føroyar
 Landsfelag Handverkaranna
 Heilsurøktarafelagið
 Yrkisfelagið Miðnám
 Radiografar í Føroyum
 Fysioterapeutfelagið
 Heilsuhjálparafelag Føroya
 Bioanalytikarafelagið
 Akademikarafelag Føroya
 Ljósmøðrafelag Føroya
 Ergoterapeutfelagið
 Føroya Tekniska Lærarafelag
 Føroya Lærarafelag
 Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
 Føroya Arbeiðarafelag
 Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
 Havnar Arbeiðarafelag
 YTF
 Føroya Pedagogfelag
 Musikklærarafelag Føroya
 Maskinmeistarafelagið
 Havnar Arbeiðskvinnufelag
 Kommunulæknafelag Føroya
 BLF
 Føroya Fiskimannafelag
 Farmakonomfelagið
 Samverk
                
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald