Innanlands

25 smittað í løtuni

Fyrradagin vórðu tveir nýggir tilburðir staðfestir, og í gjár vórðu tríggir tilburðir staðfestir – Í øllum førum er smittukeldan kend

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-08 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu tríggir nýggir smittutilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Í øllum trimum førum er smittukeldan kend, skrivar corona.fo.

Fyrradagin vórðu tveir nýggir tilburðir staðfestir, eisini frá kendari smittukeldu. Síðan í gjár er ein persónur eisini staðfestur frískur, og sostatt er talið á smittaðum í løtuni 25.

820 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 151 fólk standa til at vera í sóttarhaldi í løtuni. Eingin er innlagdur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder