Innanlands

Hægsta økingin síðan 10. juli: 21 tilburðir staðfestir í gjár

Øll eru smittað í Føroyum, og smittukeldan er kend – Talið á smittaðum er nú 95

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-29 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 21 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er hægsta talið av smittutilburðum, sum er staðfest í ein dag síðan 10. juli. Tá vórðu 23 tilburðir staðfestir.

Allir persónar, ið vórðu staðfestir smittaðir í gjár, eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend, skrivar corona.fo.

Fimm persónar eru eisini staðfestir frískir aftur, og sostatt fer talið á smittaðum í løtuni upp á 95.

996 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 378 persónar eru í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur við koronu í løtuni.

Dagførd kl. 13.42


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder