Innanlands

2021: 13 prosent fleiri kommunulæknaviðtalur enn áðrenn korona

Sambært Hagstovuni var talið á kommunulæknaviðtalum nærum 188.000 í 2021, og av teimum vóru góðar 9.000 avgreiddar umvegis telefon

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2022-05-13 14:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á kommunulæknaviðtalum í 2021 var nærum 188.000. Hetta er 13 prosent fleiri enn í 2019 – áðrenn koronasmittan byrjaði at gera um seg, skrivar Hagstovan.

Av teimum 187.861 viðtalunum vórðu 9.043 avgreiddar umvegis telefon orsakað av koronusmittuvandanum. 

Stívliga 5.000 – ella trý prosent – av viðtalunum vóru hjá fólki við bústaði uttanlands.

Sandoyggin flest viðtalur per íbúgva

Í miðal vóru 3,4 viðtalur hjá kommunulækna fyri hvønn íbúgva í landinum. Tá útlendingar eru taldir við, er talið tó 3,5. Í 2019 var hetta talið 3,1.

Talið á viðtalum fyri hvønn íbúgva hevur verið áleið tað sama í øllum høvuðsøkjum í landinum.

Í Suðurstreymi, Suðuroy, Norðstreymi og Eysturoy hevur talið verið millum 3,1 og 3,4, í Norðoyggjum og Vágum hevur talið verið  3,7.

Men í Sandoyarøkinum var talið nakað hægri. Har vóru 7,4 viðtalur fyri hvønn íbúgva.

Konufólk vitjaðu kommunulæknan oftari

Sambært tølunum hjá Hagstovuni sæst eisini, at konufólk vitjaðu kommunulæknar oftari enn mannfólk. Konufólk áttu heili 56 prosent av viðtalunum í 2021, meðan mannfólkini áttu hini 44.

Heilt nágreiniliga taldu viðtalurnar hjá konufólki 105.006, meðan viðtalurnar hjá mannfólki taldu 80.695.

Tann aldursbólkurin, sum hevði flest viðtalur, vóru tey millum 70 og 74 ár. Síðani var tað aldursbólkarnir 55-59 ár, og 60-64 ár.

Uppgerðin hjá Hagstovuni fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder