Innanlands

19-ára gomul og vald í kommunustýrið í Vága kommunu

Herborg Gaardlykke úr Miðvági gongur á miðnámsskúla og fekk í gjár 70 atkvøður. Hon varð vald sum nummar tvey á nýggja Framtíðarlistanum

Herborg Gaardlykke í samrøðu við Kringvarpið (Skýggjamynd - KVF)

Herborg Gaardlykke í samrøðu við Kringvarpið (Skýggjamynd - KVF)

2020-11-11 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið gjørdist Bjarni Prior toppskorari í Vágunum, men tað gjørdist eisini talan um eitt stórt kvøld hjá einari ungari kvinnur úr Miðvági.

Herborg H. Gaardlykke stillaði fyri fyrstu ferð upp - tað var fyrstu ferð, hon kundi stilla upp til kommunuval, tí hon bert er 19 ára gomul. Herborg gjørdi bart, tí hon fekk 70 persónligar atkvøður, ið bert er tríggjar færri enn Sólfríð Fjallsbak, sum var fyrstavalda á Framtíðarlistanum. Atkvøðutalið ger eisini, at Herborg Gaardlykke var nummar 5 samanlagt í Vága kommunu, og harvið kom hon trygt inn í kommunustýrið.

Tey valdu á Lista A:
Bjarni E. Prior 92
Rósa Samuelsen 80
Jóanis Albert Nielsen 74
Albert Ó. Ellefsen 61
Tórdis Eleina Dam Johannesen 58
Dagbjørn Hansen 51

Tey valdu á Lista F:
Sólfríð Fjallsbak 73
Herborg H. Gaardlykke 70
Jens Gaardlykke 67
Ásla Leila B. Johansen 63
Jónhard Selfoss 60

Tað var harvið ein sera fegin Herborg Gaardlykke, ið Kringvarpið fekk orðið á í gjárkvøldið. Har tosaði hon millum annað um eitt væleydnað valstríð, og at hon vil arbeiða fyri at betra um trivnaðin hjá teimum ungu og fyri fleiri íbúðarmøguleikum. Herborg gongur til dagliga á búskaparbreytini á Glasi á 3. ári.

Í 2016 var ein 19-ára gamal maður valdur inn í býráðið í Klaksvík. Talan er um Beinir Johannesen, sum nú bert hevur fokus á landspolitikk og harvið ikki stillaði upp til valið í gjár. 

Listi A fekk meirilutan í Vága kommunu, men Bjarni Prior, ið eisini er nýggjur í kommunalpolitikki, legði í samrøðu við Kringvarpið dent á, at eitt gott samstarv við Lista F er umráðandi, og at ungdómurin er eitt hjartamál.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder