Innanlands

18 hvalir avlívaðir

Roynt varð at merkja grindina í Bø, men fleiri máttu avlívast – fólk í Sørvágs kommunu kunnu koma at fáa sær burturav, sigur sýslumaður

2020-06-06 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Grindin, sum varð funnin í morgun taldi umleið 30 hval. Orsakað av tilmælinum um frástøðu varð avgjørt ikki at halda hana til og at merkja hana í staðin. Hetta gekk tó ikki heilt sum ætlað.

18 hvalir svumu seg fastar, og tí varð gjørt av at avlíva teir, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður í Vágum.

– Hvalirnir verða hálaðir upp á keiina nú, og so kunnu fólk í Sørvágs kommunu koma at fáa sær burturav, sigur sýslumaður.

Sambært Jn.fo vórðu tveir hval merktir og tíggju vórðu riknir út aftur.

placeholder
placeholder