Innanlands

11 fráboðanir í storminum í gjár

Ongir álvarsligir skaðar hendu, tíbetur

2021-11-25 09:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan hevði eina løtu seinnapartin í gjár úr at gera við at taka ímóti fráboðanum um vandar av ymsum slag, sum stóðust av ógvusliga høgættarstorminum, sum rakti landið í gjár.

- Vit fingu 11 fráboðanir tilsamans, allar komu úr økinum norðanfyri, serliga í Eysturoynni, Norðstreymi og Vágum, sum liggja ábært fyri høgættini, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

10 av hesum skaðunum komu inn í einum lutfalsligum stuttum tíðarskeiði millum klokkan 13.26 og 15.13.

Men talan var ikki um álvarsligar skaðar. Mest um leysar takblátur, klædningar, byggitilfar. Onkur ryggás var farin, og onkur bingja hevði eisini flutt seg. Men onki álvarsligt.

Í kjalarvørrinum á høgættarstorminum legðist eisini kavi um landi við nógvari hálku. Men løgreglan hevði í morgun onga fráboðan fingið um óhapp ella skaða orsaka av hálkuni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder