Innanlands

100 fleiri í Eiðis kommunu enn í 2012

Fólkatalið í kommunui hevur verið nógv vaksandi seinastu átta árini

Yvir 750 fólk búgva nú í Eiðis kommuni (Mynd: Eiðis kommuna)

Yvir 750 fólk búgva nú í Eiðis kommuni (Mynd: Eiðis kommuna)

2020-01-15 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tøl frá Hagstovuni vísa, at 1 desember 2019 búðu 757 fólk í Eiðis kommunu, ið fevnir um Eiði, Ljósá og Svínáir. Beint undir 700 av hesum búgva í Eiðis bygd.

Eiðis kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at 1.januar 2020 búðu yvir 100 fleiri fólk í Eiðis kommunu, enn tað gjørdu 1. januar 2012, og at hetta svarar til at millum sjeyndi og áttandi hvør persónur, sum vit møta í kommununi, ikki var búsitnadi her fyri 8 árum síðani.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder