Innanlands

– Vit mangla eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar seg fram á komandi fólkatingsvali

So leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum, skulu vit hava eitt sterkt umboð á Fólkatingi, sigur Jørgen Niclasen, sum bjóðar seg fram á komandi fólkatingsvali (Savnsmynd: Sverri Egholm)

So leingi vit eru partur av ríkisfelagsskapinum, skulu vit hava eitt sterkt umboð á Fólkatingi, sigur Jørgen Niclasen, sum bjóðar seg fram á komandi fólkatingsvali (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-09-12 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jørgen Niclasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, bjóðar seg fram at umboða flokkin á Fólkatingi komandi valskeið.

Hesum boðar Fólkaflokkurin frá í dag.

Jørgen Niclasen, sum í februar legði frá sær sum landsstýrismaður og formaður í Fólkaflokkinum, hevur verið í føroyskum politikki í yvir 30 ár, harav 13 sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, uttanríkismálum og fíggjarmálum.

– Eg havi um nakar upplivað avbjóðingarnar millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina, sigur hann í skrivi, sum er sent miðlunum.

Orsøkin til, at hann bjóðar seg fram, sigur hann, er, at vit mangla eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi.

– Vit mangla eina veruliga føroyska rødd á Fólkatingi. Eina rødd, sum umboðar okkara áhugamál. Eina rødd, sum ikki bara sigur tað, Mette Fredriksen og danska stjórnin vil hava okkum at siga, men eina føroyska rødd, sum til eina og hvørja tíð talar fyri føroyskum áhugamálum. Vit skulu krevja okkara rætt. Ikki ræðast yvirtøkur, ella renna ørindi fyri Mette Fredriksen og donsku stjórnini, sigur hann m.a. í skrivinum, sum kann lesast her.

Næsta fólkatingsval skal haldast í seinasta lagi 4. juni næsta ár, men ábendingar eru um, at val verður útskrivað longu í heyst. Í juli heitti forkvinnan hjá teimum radikalu á Mette Frederiksen, forsætisráðharra um at útskriva val, áðrenn Fólkatingið kemur saman aftur 4. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder