Innanlands

- Tað gevur eina góða kenslu av felagsskapi

Deyvafelag Føroya fegnast um, at øll valsendingin í Kringvarpinum bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF

Óluva Mohr, teknmálmstulkur, undir einum tíðindafundi um koronu (Savnsmynd - Sverri Egholm)

Óluva Mohr, teknmálmstulkur, undir einum tíðindafundi um koronu (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2020-11-11 10:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin gjørdist greitt, at teknmæltir borgarar fóru at verða við sviðusoð valkvøldið, tí at bert tveir tímar av valsendingini hjá Kringvarpinum fóru at verða tulkaðir.

Men í gjár varð vent í holuni. Ov fáir tulkar eru í stavið, men tað var eydnast kortini.

Les eisini: 
Øll valsendingin verður teknmálstulkað

Deyvafelag Føroya takkaði tá Jenisi av Rana, landstýrismanni í Mentamálum, fyri at fáa hetta í lag, og eftir midnátt sendi felagið eina stutta takkarkvøðu út. Har varð fegnast um, at valsendingin í Kringvarpinum bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF. Tøkk varð send til tulkarnar og KVF, og sligið varð fast, at hetta gevur eina góða kenslu av felagsskapi.


Her er skrivið: 

Deyvafelag Føroya gleðist um at valsendingin í kvøld í Kringvarpinum,  bleiv    teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF.

Tøkk til tulkar og KVF fyri tað.  Serstakliga tí at vandi var fyri,  at at teknmæltu hyggjarar ikki fingu úrslit og kunning samstundis, sum tað var varpað á føroyskum.

Tað gevur eina góða kenslu av felagsskapi

Við kvøðu

Deyvafelag Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder