Innanlands

– Stytt arbeiðsvika førir neyvan til munandi prísvøkstur

Røddir hava verið frammi um, at ein stytting av arbeiðsvikuni fer at føra við sær, at kostnaðurin á vørum og tænastum fer at hækka 7,5%. Hetta er ógvuliga ósannlíkt, siga átta fakfeløg í felags skrivi

(Mynd: Fakfelagssamstarvið=

(Mynd: Fakfelagssamstarvið=

2021-10-13 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ósannlíkt, at prísirnir dyrka við 7,5 prosent, um arbeiðsvikan verður stytt úr 40 í 37 tímar – ein minking á 7,5 prosent, halda átta fakfeløg.

Hinvegin førir hetta við sær fleiri ágóðar, siga feløgini, sum í felags skrivi vísa til eina kanning, sum varð løgd fram fyrst í hesum mánaðinum.

Skrivið er soljóðandi:

Røddir hava verið frammi um, at ein stytting av arbeiðsvikuni fer at føra við sær, at kostnaðurin á vørum og tænastum fer at hækka 7,5%. Hetta er ógvuliga ósannlíkt. Tað staðfestir kanning, ið Jan Otto Holm, búskapar- og fíggjarfrøðingur, og Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, løgdu fram týsdagin 5. oktobur.

At siga, at um arbeiðsvikan verður stytt úr 40 í 37 tímar (ein minking á 7,5%), so dýrka prísirnir við 7,5% er óhugsandi. Gjøllar kanningar aðrastaðni vísa greitt, at ein styttri arbeiðsvika førir við sær effektivisering innan eina røð av yrkjum, og harumframt vísa hesar kanningar, at kappingarførið søguliga ikki er versnað av at stytta arbeiðsvikuna. So tað er eingin orsøk at halda, at hetta verður munandi øðrvísi í Føroyum.

Kanningin er fakliga grundað og lýsir á objektivan hátt kostnaðin og árinini av at stytta arbeiðsvikuna. Tað eru undirritaðu fakfeløg, ið hava tikið stig til at gera kanningina, men tað er sera umráðandi at leggja dent á, at fakfeløgini á ongan hátt hava havt ávirkan á úrslitini í kanningini.

Við neyvum útrokningum, ið byggja á umfatandi dátugrundarlag, vísir kanningin kostnaðin av at lækka arbeiðsvikuna á samlaða almenna arbeiðsmarknaðinum. Hesin verður mettur at liggja um 104 milliónir krónur netto, áðrenn eitt nú øktur forskattur av pensjónsinngjøldum, økt mótrokning í fólkapensjónini, og multiplikatoreffekt verður íroknað. Veruligi kostnaðurin er tí væl lægri.

Umframt hetta vísir kanningin á eina røð av ágóðum, sum ein styttri arbeiðsvika førir við sær. Her er talan um eitt nú, at Føroyar økja kappingarførið um arbeiðsmegina, minni strongd, færri sjúkradagar, betri familjulív og effektivari arbeiðstíð.

Fakfelagssamstarvið(Akademikarafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag og Starvsfelagið)
 Heilsuhjálparafelag Føroya
, Heilsurøktarafelagið

placeholder
placeholder