Innanlands

– Stórur tørvur á at framleiða føroyskt barnatilfar

Jóhannis Joensen, tingmaður vil hava at vita frá Jenis av Rana, landsstýrismanni, hvørjar ætlanir hann hevur um at geva Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar at framleiða meira barnatilfar á føroyskum

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-06 10:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stórur tørvur er á at framleiða meira føroyskt barnatilfar og á hendan hátt fáa føroysk børn at læra og nýta føroyskt mál.

Tað sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, eftir at tað í farnu viku kom fram, at 30 prosent av føroyskum børnum tosa enskt sínamillum.

Á pallborðsfundi, sum varð fyriskipaður í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, segði Pálin Olsen, lærari m.a. soleiðis:

– Fjórða hvørt barn hevur valt sær enskt sum fyrsta mál. Hjá hesum børnum er føroyskt eitt fremmant mál, ið tey skulu læra.

Sí innslag her.

Jóhannis Joensen hevur í hesum sambandi spurt landsstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana, hvørjar ætlanir hann hevur um at geva Kringvarpinum neyðugu umstøðurnar at framleiða meira barnatilfar á føroyskum.

Tingmaðurin vísir á, at tað m.a. ber til at týða vælumtóktar útlendskar barnasendingar til føroyskt, men at tað eisini er týdningarmikið at framleiða egið føroyskt tilfar. Hetta er eitt tíðarkrevjandi og kostnaðarmikið arbeiði, sum skal fyrireikast væl, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder