Innanlands

– Spurningurin er um vit brúka pengarnar rætt

Jóhannis Joensen hevur spurt Jenis av Rana, hvat tað kostar at hava lands- og PISA royndir í fólkaskúlanum, og hvat úrslitini verða brúkt til

Jóhannis Joensen, tingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhannis Joensen, tingmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-08-07 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv børn hava avbjóðingar við sálarheilsuni, og orsøkin kann vera, at stór krøv verða sett til børnini, m.a. í sambandi við landsroyndir og PISAroyndir. Spurningurin er tí, um vit brúka pengarnar rætt, og um úrslitini gagna næmingunum, sigur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.

Hann vil hava at vita frá landsstýrismanninum í mentamálum, Jenis av Rana, hvat tað kostar at hava lands- og PISAroyndir í fólkaskúlanum.

Eisini spyr hann, hvussu úrslitini av lands- og PISAroyndunum verða brúkt til frama fyri næmingin, hvørjar afturmeldingar starvsfólkini á skúlunum hava givið um royndirnar, og hvørjar ætlanir eru við teimum í framtíðini.

Allur fyrispurningurin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder