Innanlands

- Skerjið ikki bussambandið millum Vágar og Vestmanna

Tað ber ikki til at broyta tíðirnar, so tær passa betur hjá einum miðnámsskúla, men samstundis ger tað ómøguligt hjá næmingum at ganga á øðrum skúla, sigur skúlastjórin á Miðnámi í Vestmanna

2019-10-02 10:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár setti Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, Jørgeni Niclasen, landsstýrismann við samferðslumálum ein skrivligan fyrispurning um bussleiðina til Vágar.

- Næmingar úr Vágum, sum ganga á Glasi, mugu ofta vera burtur størsta partin av degnum, skulu teir fylgja undirvísingini. Harafturat leggur eingin bussur leiðina fram við Gásadali ella Bø. Eisini eru nógv, sum búgva í Vágum og arbeiða í Havn, sum somuleiðis hava trupult við at ferðast millum bústað og arbeiðsstað. Í hesum sambandi hevði verið skilagott í sama viðfangi at tillaga bussleiðina til størru arbeiðsplássini í høvuðsstaðnum so sum Glasir og Landssjúkrahúsið, segði Jóhannis Joensen.

Les eisini: Bussleiðin í Vágum má betrast nú

Skúlastjórin á Miðnámi í Vestmanna, Jákup Andreasen sigur í viðmerking í dag, at tað er væl skiljandi, at næmingar í Vágum vilja hava brúkiligt busssamband, men hann vísir á, at tað ikki ber til at broyta tíðirnar hjá bussinum, so tær passa betur hjá einum miðnámsskúla, men samstundis ger tað ómøguligt hjá næmingum at ganga á øðrum skúla.

- Í løtuni ganga 20 næmingar úr Vágum á Miðnámi í Vestmanna, og busssambandið í skúla um morgunin og heim aftur úr skúla er fyrimyndarligt. Tí heita vit á myndugleikarnar um at hava hetta í huga, um ferðaætlanin vestur í Vágar verður broytt.

Jákup Andreasen sigur, at bussambandið longu nú ger tað ómøguligt hjá næmingum í Kollafirði og bygdunum í Sundalagnum og Eysturoynni at ganga á Miðnámi í Vestmanna, og verður bussambandið til Vágar eisini kvett ella skert, er grundarlagið fyri einum miðnámsskúla í Vestmanna burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder