Innanlands

– Sigið frá um tit koma fram á sjúkan ella deyðan fugl

Nú í august er fuglakrím staðfest hjá skúgvi á Fair Isle í Hetlandi, og hóast sjúkan ongantíð hevur verið staðfest í Føroyum, heitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk um at siga frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl, og hevur hon nøkur ráð til, hvat fuglaeigarar kunnu gera fyri at verja ímóti smittuni

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: Heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2021-08-16 20:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú, í august, er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi á oynni Fair Isle í Hetlandi. Fuglakrím hevur tó  ongantíð verið staðfest í Føroyum, men fyri at avmarka vandan fyri smittuni, er forboð sett fyri innflutningi av øllum livandi fuglum og eggum til klekingar.

Ein ávisur vandi er fyri, at fuglakrím kann koma til Føroya við flytifugli, men hesin vandin er størstur um várið, tá ið fuglurin kemur norðureftir av meginlandinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk um at siga frá, um komið verður fram á sjúkan ella deyðan fugl.

– Her hugsa vit serliga um rovfugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um fýra ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki.

Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har fuglurin er sæddur, og eisini er sera gott at senda mynd inn og upplýsa knattstøðu, um hon er kend. Upplýsingarnar verða nýttar til at fylgja við støðuni í Føroyum, og um neyðugt, at taka sýnir inn til nærri kanningar.

Boðast kann frá á [email protected].

Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri, um neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum. Vegna vanligan smittuvanda verður eisini heitt á fólk, um ikki at nerta við sjúkan ella deyðan fugl.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eisini nøkur góð ráð til, hvat eigarar av tamfulgi kunnu gera fyri at verja ímóti smittuni:

  • Um tamfuglur verður fóðraður innandura ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi lækkaður.
  • Fótbúnaður kann lættliga verða dálkaður av t.d. fuglaskarni ella øðrum frá villum fugli, og tí verður rátt til at reinsa fótbúnaðin, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.
  • Øll tiltøk, ið skerja sambandi millum tamfugl og villan fugl og økir har villur fuglur heldur til, føra annars til, at smittuvandin verður tálmaður.

Um fuglakrím

Fuglakrím er ein sjúka, ið kann smitta øll sløg av fugli: t.v.s. villan fugl; flogfenað, so sum hønur, dunnur og gæs; og eksotiskar fuglar, so sum undulátar og kanariufuglar.

Sjúkan kann smitta frá villum fugli til tamfugl antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis umvegis umhvørvi. Virusið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar.

Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli eru niðursettur matarlystur, høvdið hovnar og fuglurin fær trupulleikar við andaleiðini, og deyðstalið kann blíva sera høgt. Sjúkan rakar høsnafugl harðari enn antarfugl.

Vandin fyri at sjúkan smittar fólk er sera lágur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder