Innanlands

Leggja framtíðarætlan fyri eldrarøktina í Suðuroy

Ein arbeiðsbólkur arbeiðir nú við at gera eina heildarætlan fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum skal galda fram móti 2035

(Mynd: bhs.fo)

(Mynd: bhs.fo)

2025-11-11 08:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðið at gera eina framtíðarætlan fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS) er farið í gongd.

Stýrið fyri BHS samtykti í mai í ár at seta í verk eitt arbeiði at gera eina heildarætlan fyri tænastuna, sum skal galda fram ímóti 2035 (nevnd BHS2035).

BHS2035 er ein framtíðarætlan við greiðari kós og miðvísum átøkum ímóti felags málum. Endamálið við ætlanini er at tryggja eina haldføra, góða og virðiliga eldratænastu, har brúkarar og búfólk eru í miðdeplinum.

Ætlanin verður gjørd við íkasti og ávirkan frá brúkarum, starvsfólkum, avvarðandi og øðrum, so at hon verður so góð og væl kjølfest sum møguligt.

Fleiri samrøður hava verið við starvsfólk í BHS og brúkarar. Í næstum verða samrøður við avvarðandi og onnur.

Seinni í ár verður skipað fyri almennum fundi um framtíðarætlanina, har øll kunnu siga sína hugsan og geva sítt íkast, skrivar arbeiðsbólkurin á heimasíðuni hjá BHS.

Ætlanin verður grundarlagið fyri arbeiðinum og menningini fyri BHS tey komandi árini.

Settur er ein arbeiðsbólkur at gera uppskot til framtíðarætlan. Í arbeiðsbólkinum sita Rúni Rasmussen, verkætlanarleiðari, Una Johanna Nolsøe, Elin Kristina S. Viðoy og Bára Krosslá Mortensen. Bólkurin er sera áhugaður í viðmerkingum og hugskotum til arbeiðið við framtíðarætlan fyri BHS. Viðmerkingar og/ella hugskot í samband við ætlanina kunnu sendast: [email protected] 

Ætlanin er, at stýrið fyri BHS samtykkir heildarætlanina á vári 2026.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder