Uttanlands

Sarkozy sleppur úr fongslinum

Í september fekk hann fimm ára fongsulsrevsing í einum máli um fíggjarligan stuðul úr Libya, men avgerðin er kærd, og meðan bíðað verður eftir kærumálinum sleppur hann heim at sita

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy og konan Carla Bruni (Mynd: EPA)

Fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy og konan Carla Bruni (Mynd: EPA)

2025-11-10 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava sitið í fongsli í minni enn tríggjar vikur er fyrrverandi franski forsetin, Nicolas Sarkozy leyslatin aftur.

Tað var í september, at 70 ára gamli Sarkozy varð funnin partvíst sekur í sum floksformaður og sitandi ráðharri at hava loyvt tøttum samstarvsfeløgum og politiskum stuðlum at seta seg í samband við stýrið í Libya fyri at fáa fíggjarligan stuðul upp til valið í 2007.

Dómarin metti tó ikki, at prógv vóru fyri, at Sarkozy sjálvur hevði brúkt pengar frá libysku stjórnini í forsetavalstríði sínum. Sostatt varð hann fríkendur fyri mutur og fyri at hava tikið ímóti ólógligum fíggjarligum stuðli, men hann varð tó funnin sekur í samansvørjing, skrivar Ritzau.

Sarkozy, sum var forseti frá 2007 til 2012 fekk fimm ára fongsulsrevsing. Hann hevur noktað seg sekan, og málið varð kært. Ein dómstólur í París hevur nú avgjørt, at hann sleppur úr fongslinum, meðan bíðað verður eftir kærumálinum, sum væntast at vera í vár. Ímeðan skal hann sita heima við hús undir eftirliti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder