Innanlands

1.727 skip og bátar eru kannað av tollvaldinum higartil í ár

Taks hevur ikki møguleika at kanna øll skip og allar bátar, sum koma til Føroya fyr møgulig rúsevnir

Ein av bátunum, sum varð brúktur til at smugla rúsevni til Føroyar (Mynd: Føroya politi)

Ein av bátunum, sum varð brúktur til at smugla rúsevni til Føroyar (Mynd: Føroya politi)

2025-11-11 07:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Taks hevur ikki møguleika at gera neyvt rúsevnaeftirlit av øllum skipum og bátum, sum koma til Føroyar. Arbeiðshátturin hjá TAKS er, at skip og bátar verða tikin út til rúsevniseftirlit grundað á vágametingar.

Hetta sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svarið til tingkvinnuna Anniku Olsen, sum setti landsstýriskvinnuni $52 fyrispurning um eftirlit við rúsegnum.

Ruth Vang upplýsir, at higartil í ár eru 1.727 skip og bátar kannað. Undanfarnu árini var talið ávikavist 1.828 og 1.878.

Annika Olsen spurdi eisini um, hvat ið krevst fyri at øll skip og bátar verða kannað. Til hetta svarar landsstýriskvinnan:

- Ilt er at meta um hvussu nógvari starvsfólkaorku TAKS hevur brúk fyri fyri at kunna senda tollarar og hundar umboð á øll skip og bátar, sum koma til Føroyar.  Ein meting kundi verið, at tørvur er á trimum ella fýra toymum við átta tollarum og tveimum hundum til hvørt toymið, sum bara skuldu havt til uppgávu at kanna skip og bátar fyri rúsevnir. Tað er í alt í minsta lagi 24 tollarar og 6 hundar, afturat teimum 14 tollarum og tveimum hundum, sum eru í dag.

- Hetta hevði eisini haft við sær, at tollurin allarhelst skuldi haft eitt tollhús, sum kundi rúma øllum starvsfólkunum og hundunum. Harumframt er neyðugt við nøkrum bilum. Kostnaður pr. tollara er mettur at verða ein millión krónur. Førleikamenning og hundavenjing verður mett at kosta umleið hálva millión krónur um árið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder