Uttanlands

– Russland brúkar nú iranskar dronur

Sambært ukrainskum obersti í Kharkiv, hevur mann funnið restir frá iranskari álopsdronu

(Mynd: Ukrainski herurin/Reuters)

(Mynd: Ukrainski herurin/Reuters)

2022-09-19 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er líkt til, at Russland nú er farið at brúka iranskar dronur í krígnum í Ukraina.

Sambært ukrainska oberstinum Rodion Kulagin, sum stendur á odda fyri skotdeildini í Kharkiv-økinum, vórðu restir frá einari iranskari Shahed-136 álopsdronu funnar á jørðini undir einum mótálopi, sum Ukraina setti í verk í landnyrðingspartinum av landinum.

Tað sigur hann við New York Times, sambært m.a. DR, sum tó ikki sigur seg hava kunnað váttað upplýsingarnar.

Ein drona, sum kann koma úr luftini uttan ávaring er ein stórur trupulleiki, og er vandi fyri, at hesar dronur kunnu oyðileggja ukrainska herin, sigur hann.

Í juli segði amerikanski trygdarráðgevanum Jake Sullivan, ið vísti til upplýsingar frá amerikonsku fregnartænastuni, eisini, at Iran gjørdi klárt at senda dronur til Russlands – harímillum dronur, sum kunnu bera vápn. Iran skuldi eisini, sambært amerikonsku upplýsingunum, læra russiska herin at brúka dronurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder