Innanlands

- Kundi ikki verið betri

Mary krúnprinsessa letur væl at vitjanini higartil

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-23 13:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Her hevur verið deiligt og tað sleit í júst tá vit komu við Dannebrog í morgun. So hetta kundi ikki verið betri, segði Mary prinsessa til nógvu miðlarnar, sum fylgja krúnprinsafamiljuni, og sum stóðu svangir eftir myndum og søgum uttanfyri Skúlan á Argjahamri.

Ein misskiljing kom í hvar krúnprinsafamiljan skuldi í bilarnar. Pressan stóð klár við høvuðsdyrnar og ætlaði at fáa eina ella tvær myndir av høvuðspersónunum.

Men familjan fór út gjøgnum dyrnar omanfyri, og pressan stóð flott.

Tað loysti seg tó, tí Mary tók sakina í egnar hendur og fór við familjuni gjøgnum bøin og yvir har, sum tíðindafólkini stóðu.

placeholder
placeholder