Tað er orsøk til at ivast í, um USA tekur samráðingarnar við Iran í álvara, sigur iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi.
Umboð fyri londini hittust í Oman fríggjadagin, og eftir tær samráðingarnar vóru báðir partar annars jaligir.
Men at halda fram við amerikonskum revsitiltøkum móti Iran setur spurnartekin við, um hin parturin er sinnaður at fara undir veruligar samráðingar, sigur hann sambært Ritzau.
– Vit hava neyvt eftirlit við støðuni, meta um signal og taka avgerð um, hvørt samráðingarnar skulu halda fram.
Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur um vikuskiftið boðað frá, at samráðingarnar millum USA og Iran um eina kjarkorkuavtalu kunnu halda fram longu fyrst í komandi viku, og sambært honum tyktust iranar at vera sera áhugaðir í at gera eina avtalu.
Á vári í fjør vóru samráðingar millum Iran og USA um eina avtalu, sum skuldi koma í staðin fyri avtaluna frá 2015, sum USA tók seg úr í 2018 undir fyrsta forsetavalskeiðnum hjá Trump.
Samráðingarnar steðgaðu tó upp, tá Ísrael leyp á iransk kjarnorkuverk. Hetta elvdi til 12 dagar langa kríggið millum Iran og Ísrael.
USA hevur hótt við at leypa á Iran eftir at túsundatals fólk hava latið lív undir mótmælunum móti iranska prestastýrinum, og hetta hevur eisini gjørt støðuna meira spenta millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald