Innanlands

- Fyri at nøkta tørvin mugu vit fremja kampusætlanina í verki

Nýggi landstýrismaðurin í undrivísingarmálum ásannaði á vitjan sínari hjá Fróðskaparsetrinum í gjár, at tørvur er á betri umstøðum. Djóni Nolsøe Joensen fekk eisini staðfest, at javnseta føroysku útbúgvingarnar

Djóni Nolsøe Joensen er nýggjur landsstýrismaður í undirvísingarmálum, og Martin Zachariasen er nýggjur rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: Brynhild Thomsen/setur.fo)

Djóni Nolsøe Joensen er nýggjur landsstýrismaður í undirvísingarmálum, og Martin Zachariasen er nýggjur rektari á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: Brynhild Thomsen/setur.fo)

2023-01-18 17:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í nýggja samgonguskjalinum standa mong mál, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis snúgva seg um Fróðskaparsetur Føroya, og í gjár kom Djóni Nolsøe Joensen, á gátt fyri at seta sjøtil á stóra arbeiðið, sum stendur fyri framman

Hetta skrivar setur.fo. Landstýrismaðurin í barna- og undirvísingarmálum varðar av Fróðskaparsetrinum, har nógv stór mál eru fyri framman. Ætlanin um at gera eitt kampus - at savna útbúgvingarstøðini á Frælsinum og á Debesartrøð - er komin nakað áleiðis, og so skulu Føroyar eisini við í Bolognaavtaluna. Hetta samstarvið bindur europeiska útbúgvingarøkið saman, soleiðis at m.a. útbúgvingar og útbúgvingaravrik eru flytfør tvørtur um landamørk.

Tá Portalurin tosaði við Djóna Nolsøe Joensen beint fyri jól, segði hann, at hann noyddist at seta seg nærri inn í hesi tingini, men at endamálið hjá honum og hjá samgonguni avgjørt er, at fáa ungar føroyingar at støðast í landinum og at har spælir Fróðskaparsetur Føroya og eitt nýtt universitetsøki ein stóran leiklut.

Sí eisini: - Spennandi at menna eitt nýtt aðalráð

Tá nýggi landstýrismaðurin vitjaði Fróðskaparsetrið í gjár, segði hann soleiðis um kampusætlanina: 

-  Vinnulívið og almenni geirin í Føroyum hava ómetaliga stóran tørv á góðari og útbúnari arbeiðsmegi, og skal Setrið kunna nøkta tørvin á dagførdari vitan og førleikum at loysa samfelagsligu avbjóðingarnar, so mugu vit fremja kampusætlanina í verki. Seinnu árini hava alsamt fleiri valt at taka sína hægri útbúgving á Setrinum, men vit vita eisini frá kanningum, at tey lesandi nevna ónøktandi fysiskar karmar á Setrinum og bústaðartrot sum meinbogar í lestrarlívinum. Tað skulu Føroyar loysa við at fremja kampusætlanina stig fyri stig, so vit fáa skapt eitt spennandi og mennandi lestrarumhvøvi her, har lestraríbúðir eisini verða til taks.

[object Object]
Aftast frá vinstru: Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini og vararektari, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Martin Zachariasen, rektari, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Fremst frá vinstru: Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, og Zakaris Svabo Hansen, varadekanur á Føroyamálsdeildini

Djóni Nolsøe Joensen staðfesti, sambært setur.fo, at nýggja aðalráðið nú fer undir at fáa ein føroyskan førleikakarm, sum stendur mát við europeiska førleikakarmin, og eina føroyska góðkenningarskipan, sum góðkennir hægri útbúgvingar í Føroyum. 

- Tá vit gerast partur av Bolognasamstarvinum, kunnu vit ikki arbeiða ad hoc og stovna nýggjar hægri útbúgvingar í óðum verkum. Vit skulu gera okkum ómak við at tryggja grundvøllin undir útbúgvingunum við hollari gransking, so føroyingar uttan hóvasták sleppa at lesa víðari á øðrum universitetum uttanlands, tí vit hava eina góðkenningarskipan, sum stendur mát.

Móti endanum av vitjanini tosaði landstýrismaðurin í undirvísingarmálum um, hvussu týdningarmikil íløgan í Fróðskaparsetrið kann vera fyri bæði privata og almenna vinnulívið

- Vit mugu gevast við at tosa um útreiðslu-Føroyar og inntøku-Føroyar. Setrið kostar, men er ein íløga, tí privata vinnulívið hevur tørv á útbúnari arbeiðsmegi hiðani, og gransking og vitan skal til fyri at loysa trupulleikar og fyri at mennast. Tað almenna hevur eisini tørv á skikkaðum fólki og vitan fyri at veita tær tænastur til alt samfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder