
Sambært Almannaverkinum stóðu 31 børn á bíðilista til eitt frítíðartilboð 31. mai. Tá varð sagt, at um tað ikki eydnast at útvega fleiri pláss til frítíðartilboð næstu tíðina, fara uml. 40 børn at standa á bíðilista til frítíðartilboð, tá komið er út í september.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin hevur spurt landsstýrismannin í almannamálum, um ein loysn er funnin á økinum.
Hon vísir á, at frítíðartilboð eru sera týdningarmikil fyri familjuna og barnið.
– Um tey ikki eru tøk, so gongur tað út yvir trivnaðin hjá barninum, tí barnið verður isolerað heima og fær ikki møguleikan at vera saman við øðrum javnlíkum. Fyri foreldrini merkir tað ein fíggjarligan miss og ótryggleika í starvinum, tí tey noyðast úr arbeiði fyri at vera heima hjá barninum.
– Frítíðartilboðið gevur møguleikar til foreldur við barni, ið hevur serligan tørv, at liva eitt vanligt og virkið lív og luttaka á arbeiðsmarknaðinum á jøvnum føti við onnur. Harumframt skulu børnini fáa somu tilboð sum onnur børn og harvið møguleikar at mennast í felagsskapi við onnur børn, sigur hon.
Eyðgunn Samuelsen vil hava at vita, hvussu nógv børn í skúlaaldri frá 3. flokki standa á bíðilista til frítíðartilboð eftir skúlatíð, og hvussu nógv fleiri børn hava tørv á hesum í komandi skúlaári.
Eisini spyr hon, um nøkur ítøkilig ætlan er at útvega hesum børnum frítíðartilboð í komandi skúlaári, og hvussu ætlanin er at skipa eitt slíkt tilboð, og nær hetta kann væntast at byrja.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald