Innanlands

- Fólkaflokkurin valdi nakað annað

Jógvan Skorheim takkar fyri seg sum borgarstjóri, og staðfestur at Sjálvstýri ikki verður í samgongu, og at hann ikki fekk fyri nøkrum øðrum møguleika fyri samgongu enn við Fólkaflokkin

2020-11-11 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist dramatiskt í Árnafirði í dag, tá Sjálvstýri varð avloyst av Sambandsflokkinum í samgongusamráðingunum í Klaksvíkar býráðið. Fólkaflokkurin, við fimm býráðslimum, kundi ikki finna eina semju við Sjálvstýrisflokkin, við tveimum limum, og nú er Karl Johansen til samráðingar.

Les eisini: Karl Johansen verður borgarstjóri í Klaksvik

Jógvan Skorheim hevur nú lagt kongin eftir átta ár sum borgarstjóra. Í uppslagið á Facebook skrivar hann, at tey høvdu droymt um at verandi framburður skuldi halda fram, har fokus var á spennandi verkætlanir, miðbý, visionerar ætlanir og fólkavøkstur, men at Fólkaflokkurin valdi nakað annað. Tí slitnaðu samráðingarnar. 

Fráfarandi borgarstjórin sendur eina tøkk til øll tey, sum hava stuðla honum og flokkinum, og til valevni og tey sum hava samstarvavið hann seinastu árini.

Til seinast slær Jógvan Skorheim fast, at hann ongantíð fekk vissu fyri nøkrum øðrum møguleika fyri samgongu, hóast hetta hevur verið ført fram í miðlunum. Tað skuldi so verið við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, og tað hevði tilsamans givið ein meiriluta. 

Tað var fyrrapartin, at Signhild Johannesen, varaborgarstjóri, sum gjørdi eitt sera gott val á Javnaðarlistanum, váttaði fyri Kringvarpinum, at teir tríggir flokkarnir høvdu Sjálvstýri eitt samstarvi og Jógvani Skorheim eina triðju setu sum borgarstjóri, um hetta varð veruleiki, men at hann hevur ikki svarað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder