Innanlands

- Eingin møguleiki fyri at ein lærari kann røkka øllum næmingum einsamallur

Fólkaskúlin kann vera sera avbjóðandi fyri næmingar við ADHD, og Anna Nolsøe Joensen, ið er læraralesandi og sjálv hevur ADHD, vísir í Skúlablaðnum millum annað á eina tvílæraraskipan

- Er tað ikki ov snævurskygt at hugsa um ein rúmligan fólkaskúla, tá tað í veruleikanum er ein lærari til yvir 20 næmingar? Tað sigur seg sjálvt, at fólkaskúlin leggur fót fyri fleiri næmingar, tá treytirnar eru, sum tær eru (Mynd: skulabladid.fo)

- Er tað ikki ov snævurskygt at hugsa um ein rúmligan fólkaskúla, tá tað í veruleikanum er ein lærari til yvir 20 næmingar? Tað sigur seg sjálvt, at fólkaskúlin leggur fót fyri fleiri næmingar, tá treytirnar eru, sum tær eru (Mynd: skulabladid.fo)

2023-01-03 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkaskúlin kann vera sera avbjóðandi fyri næmingar við ADHD. Tað kann 25 ára gamla Anna Nolsøe Joensen skriva undir uppá. Hon hevði sjálv trupult við at hugsavna seg og fylgja við í undirvísingini, tá hon gekk í fólkaskúla, men hvørki hon, familja hennara ella lærararnir vistu hví. Tá hon so fekk staðfest ADHD í 2014, gav alt betri meining.

Hetta skrivar skulabladid.fo. Í samband við seinastu útgávuna hjá blaðnum í 2022 varð tosað við Annu Nolsøe Joensen, sum nú lesur til lærara. Hon hevur 
serligan áhuga fyri sernámsfrøðiliga økinum, heldur at núverandi skipan er stirvin, og at umfatandi broytingar skulu til, um fólkaskúlin betur skal rúma næmingum, ið hava ADHD.

– Ynskið um ein fólkaskúla fyri øll og fastløgdu normarnir í skúlanum standa í andsøgn hvørt til annað. Møguliga átti mann at byrjað av nýggjum. Um vit vilja hava ein fólkaskúla fyri øll, so má lógarverkið, skipanin og tilrættisleggjanin av skúlanum taka støði í tørvunum hjá børnum heldur enn samfelagsins tørvi, sigur hon við Skúlablaðið

Anna søkir, eins og nógv onnur, eina meira smidliga skúlaskipanin: Styttri dagar, minni krøv, smærri flokkar, sernámsfrøðiliga vitan og eina tvílæraraskipan, ið hon væntar kann stuðla trivnaðinum hjá øllum næmingum.

– Ein tvílæraraskipan á øllum floksstigum hevði styðjað upp undir, at støðið betur kann takast í hvørjum einstøkum næmingi. Tað hevði verið lættari at skipað, næmingalagað og lagt undirvísingina til rættis. Tá mann hevur ADHD, hevur mann trupult við at hugsavna seg.

Við tveimum lærarum í flokshølinum hevði tað verið møguligt at býtt flokkin í smærri bólkar og tillagað støðið í undirvísingini eftir hesum, sigur Anna Nolsøe Joensen, sum sjálv minnist, hvussu tað var, tá hon gekk í fólkaskúla við einum lærara og umleið 20 næmingum í flokshølinum 

– Tað er eingin kjansur, at ein lærari kann røkka øllum næmingum einsamallur. Uppgávan hjá læraranum verður ov møtimikil. Er tað ikki ov snævurskygt at hugsa um ein rúmligan fólkaskúla, tá tað í veruleikanum er ein lærari til yvir 20 næmingar? Tað sigur seg sjálvt, at fólkaskúlin leggur fót fyri fleiri næmingar, tá treytirnar eru, sum tær eru, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder