Innanlands

– Arbeiðið gongur sum ætlað

Arbeiðið at gera Sandoyartunnilin lidnan skal eftir ætlan verða liðugt í desember næsta ár, og tað gongur sum ætlað, men spurningurin um, hvør kostnaðurin verður fyri at koyra ígjøgnum tunnilin er ikki viðgjørdur enn, sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður

(Savnsmynd: Sonni á Horni)

(Savnsmynd: Sonni á Horni)

2022-09-05 14:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar var seinasta skotið í Sandoyartunlinum, og arbeiðið at gera tunnilin heilt lidnan gongur sum ætlað.

Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður við samferðslumálum í svari til fyrispurning hjá Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi.

Hann sóknaðist eftir at vita, hvussu gongst við arbeiðnum, tí tað ikki hevði verið nevnivert av kunning um gongdina, síðan liðugt var at bora.

Sáttmálin við arbeiðstakaran sigur, at arbeiðið skal verða liðugt 2. desember í 2023.

Tað, sum er eftir at gera, er í høvuðsheitum at vatntryggja tunnilin, at stoypa tveir pumpubrunnar, nøkur tøknihús og portalin í Traðardali. At gera vegin uttan fyri tunnilin, el-arbeiði, seta pumpur upp, og at enda at leggja seinasta laðið av asfalti á vegabreytina og at merkja upp, sigur landsstýrismaðurin.

Páll á Reynatúgvu vildi eisini hava at vita, hvør kostnaðurin verður fyri at koyra ígjøgnum tunnilin, men hesin spurningurin er ikki viðgjørdur enn.

Sambært Una Rasmussen fer nevndin í P/F Eystur-og Sandoyartunlar ætlandi at taka spurningin upp í heyst ella í vetur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder