Uttanlands

Zelenskyj fer til Póllands

Ukrainski forsetin fer til Póllands mikudagin – Hetta verður triðja uttanlandsferð hansara, síðan kríggið byrjaði í fjør

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2023-04-03 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin fer ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj at vitja grannalandið Pólland.

Tað boðar skrivstovan hjá pólska forsetanum frá sambært miðlinum Kyiv Independent.

Síðan kríggið í Ukraina byrjaði 24. februar í fjør, hava nógvir ukrainar leitað sær friðskjól í Póllandi, og eftir ætlan skal Zelenskyj eisini hitta póllendingar og ukrainar, sum hava leitað sær friðskjól, í slotsgarðinum í Varsjava.

Tað er pólski forsetin, Andrzej Duda, sum bjóðar Zelenskyj til Póllands, skrivar Reuters.

Síðan kríggið byrjaði, hevur Zelenskyj verið á tveimum uttanlandsferðum. Í desember fór hann til Washington D.C. at hitta amerikanska forsetan, Joe Biden, og í februar vitjaði Zelenskyj í Stórabretlandi, Fraklandi og Belgia. Á veg heim frá báðum ferðum vitjaði hann eisini í Póllandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder