Innanlands

Yvir átta prosent eru koppsett tríggjar ferðir

80 fólk fingu triðja prikið í gjár, og samanlagt vórðu 236 koppsett. Tilsamans eru beint undir 83.000 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum

2021-11-16 12:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mánadagin 15.11, vórðu 236 fólk koppsett fyri koronu. Tølini fyri hvat nummar koppseting fólkini fingu, eru næstan heilt líka: 81 fólk fingu fyrra prikið og 75 fingu nummar tvey, meðan 80 fólk fingu triðja prikið.

Hetta merkir, at 40.810 fólk fingið fyrru koppsetingina, og tað svara til yvir 91 prosent av teimum yvir tólv ár. 38.554 fólk hava fingið seinnu koppsetingina - hetta er yvir 86 proent. 3.612 fólk hava fingið trý prik, og tað merkir, at síðani koppseting nummar trý varð innførd í Føroyum, eru beint yvir átta prosent av íbúgvunum (yvir tólv ár) koppsett fyri triðju ferð.

Tilsamans 82.976 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir corona.fo, har øll tølini eru.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder