Innanlands

Yvir 64 prosent av fólkinum liðugt koppsett

68,7 prosent av fólkinum hava nú fingið fyrru koppsetingina fyri koronu

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-31 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú eru 70.940 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 36.665 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 34.275 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.

Hetta svarar, sambært corona.fo, til, at 68,7 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett fyri koronu, og at 64,2 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.

Í gjár vórðu 238 fólk koppsett. 40 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 198 fólk fingu seinnu koppsetingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder