placeholder
Uttanlands

Yvir 400 fólk hava nú fingið skaða í ófriðinum í Barcelona

Bara leygarnáttina fingu 150 fólk skaða í katalanska høvuðsstaðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-10-19 18:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Borgarstjórin í Barcelona, Ada Colau mælir nú til frið, nú mótmælisgongur og ófriður hevur verið í býnum í nakrar dagar, har yvir 400 fólk nú hava fingið skaða. “Hetta kann ikki halda fram. Barcelona hevur ikki uppiborið hetta” sigur borgarstjórin.

Tað var mánadagin, at hægstirættur í Spania dømdi fleiri av leiðaranum í katalansku loysingarrørsluni langar fongsulsrevsingar, í samband við fólkaatkvøðuna um loysing í 2017. Síðani tá hava fólk gingið mótmælisgongur í fleiri býum, fyri at vísa sína ónøgd við revsingina. Serliga í Barcelona hava nógv fólk verið á gøtuni og mótmælt.

Fríggjadagin var ein hálv millión fólk á gøtuni Barcelona og mótmæltu, hetta var hámarki av einari viku har fólk hava mótmælt í fleiri býum, og har fleiri túsund fólk hava marsjera úr øðrum býum til Barcelona fyri at luttaka í mótmælinum har.  

Leygarnáttina fingu 152 fólk skaða undir samanbrestum í Barcelona og øðrum býnum í økinum, harímillum fleiri tíðindafólk, ið taka myndir og siga frá støðuni.

Fleiri býarpartar í katalanska høvuðsstaðnum mintu mest um eina krígssonu leygarnáttina, har brend bildekk, knústir rútar og brendar bingjur settu dám á býarmyndina.

Undir mótmælinum hava verið ógvusligir samanbrestir millum tey, ið stuðla loysingarrørsluni, og høgravendar bólkar sum eru ímóti katalansku loysingarrørsluni.

Eisini hava ógvusligir samanbrestir verið millum løgregluna og mótmælisfólkini, har løgreglan hevur nýtt táragáss, vatnkanónir og skotið við gummikúlum.

Ófriðurin hevur ført við sær at 210 fólk eru handtikin, harímillum eisini tíðindafólk.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder