Innanlands

Triðja kommunulæknaviðtala í Vágum farin í gongd

Heilsutrygd hevur søkt eftir einum føstum kommunukækna, og inntil fastur kommunulækni er settur, ru avloysarar í viðtaluni saman við einum sjúkrarøktarfrøðingi..

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2026-11-08 21:29 Author image
Alda Nielsdóttir

Nú eru tríggjar viðtalur í kommunulæknaviðtaluni í Vágum.

Heilsutrygd og Vága kommuna hava verið í samskifti um hølini til nýggju viðtaluna, og eftir at hølini eru góðkend, er viðtala 3 nú farin í gongd, skrivar Vága kommuna.

Nýggja viðtalan skal geva borgarunum í Vágum betri atgongd til kommunulækna og lætta um hjá hinum báðum viðtalunum, sum tilsamans hava umleið 3.470 borgarar.

Heilsutrygd hevur søkt eftir einum føstum kommunulækna til nýggju viðtaluna, og inntil ein fastur kommunulækni er settur, eru avloysarar í viðtaluni saman við einum sjúkrarøktarfrøðingi.

Í løtuni eru ongir borgarar knýttir at viðtalu 3. Viðtalan hjálpir tí hinum báðum viðtalunum. Tað merkir, at borgarar, sum bóka tíð hjá sínum kommunulækna, kunnu fáa eina tíð í viðtalu 3.

Ynskja borgarar at bóka tíð beinleiðis í viðtalu 3, kunnu tey ringja til kommunulæknaviðtaluna sum vanligt og trýsta 3. Tíðarbóking á netinum er ávegis, skrivar kommunan.

– Vit hava leingi arbeitt fyri eini triðju viðtalu í Vágum, og tað er gleðiligt, at hon nú er komin í gongd. Vónin er, at hon fer at stytta bíðitíðina og geva borgarunum betri tænastu og betri møguleika at fáa tíð hjá lækna, tá tørvur er á tí, sigur Bjarni Prior, borgarstjóri.

Tá ein fastur kommunulækni er settur í viðtalu 3, verður kunnað um tað. Somuleiðis verður kunnað, tá tíðarbóking á netinum er komin í gongd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald