Uttanlands

Yvir 100 mótmælisfólk handtikin í Russlandi

Starvsfólk hjá fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj høvdu skipað fyri mótmælistiltøkum í fleiri enn 20 býum

Sunnudagin varð skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum fyri at markera 47 ára føðingardagin hjá andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

Sunnudagin varð skipað fyri fleiri mótmælistiltøkum fyri at markera 47 ára føðingardagin hjá andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj (Mynd: Ritzau)

2023-06-05 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin handtók russiska løgreglan 109 fólk, sum luttóku í mótmælum, sum stuðlaðu fongslaða andstøðuleiðaranum, Aleksej Navalnyj.

Handtøkurnar vórðu gjørdar í høvuðsstaðnum Moskva og 22 øðrum býum, vísir uppgerð frá felagsskapinum OVD Info sambært Ritzau.

Starvsfólk hjá Navalnyj høvdu skipað fyri mótmælistiltøkum í sambandi við 47 ára føðingar hansara í gjár. Sambært teimum verður Navalnyj illa viðfarin í fongslinum.

Myndugleikarnir í Russlandi hava sligið serliga hart niður á persónar, sum finnast at forsetanum, Vladimir Putin, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar í fjør. Flestu andstøðupolitararnir eru annaðhvørt rýmdir av landinum ella koyrdir í fongsul.

Navalnyj, sum er ákærdur fyri 'ekstremismu' skal í rættin í morgin, og kann hann í ringasta føri fáa upp í 35 ára fongsul afturat dóminum á níggju ár, hann longu hevur fingið. Sjálvur sigur Navalnyj, at ákærurnar móti honum eru politiskt motiveraðar, og at russiska stjórnin ynskir at geva honum lívlangt fongsul.

Navalnyj hevur sitið inni, síðan hann í januar 2021 varð handtikin, eftir at hann kom aftur til Russland úr Týsklandi, har hann hevði fingið viðgerð fyri eitran.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder