Nú er skipanin við listafólkalønum sett í verk. Tað fer at bera til hjá yrkislistafóllkum at søkja um trý ára starvsløn. Endamálið er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í einum 3-ára játtanarskeiði burturav arbeiða við list. Tríggjar listafólkalønir verða útlutaðar í ár.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving ella hava
samsvarandi royndir innan listaliga økið. Upphæddin á listafólkalønum svarar til
læraraløn fólkaskúlans á lønarstigi 21.1. Faknevndir verða settar at meta um allar
innkomnu umsóknirnar, sum síðani gera tilmæli til nevndina at taka endaliga støðu.
Umsóknin skal latast inn á talgilda umsóknarblað grunsins. Seinasta freist at søkja er 2. september 2018. Skrivstovan er í summarfrí til 2 august, men til ber at fáa fleiri upplýsingar við at venda sær til Ingun í Skrivarastovu, forkvinnu,
[email protected].
Meira kunning fæst á https://mentanargrunnur.fo/.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald