Eldur er komin í tvey oljutangaskip í nátt orsaka av spreingingum umborð. Hetta hendi meðan skipini sigldu gjøgnum sunnara part av Hormuzsundinum.
Tað boðar iranska kollveltingarverjan, IRGC, frá sambært Reuters tíðindastovuni.
Sambært UKMTO, sum er kunningarstøð hjá bretsku verjuni, so eru fleiri fráboðanir komnar í nátt um eitt skip, ið er rakt av rakettum í økinum. Hetta var í Hormuzsundinum, átta fjórðingar í ein landnyðring úr Limah í Oman, skrivar Reuters.
- Trygdarovastin á skipinum hevur upplýst fyri UKMTO, at manningin er farin í bjargingarbátin, verður sagt.
Kollveltingarverjan hevur upplýst, at sundið nú er stongt, og at tað hendir so leingi, sum USA heldur fram við sínum álopsvirksemi í økinum.
Kollveltingarverjan segði fyrr í nátt, at tey hava framt álop á amerikanskar hernaðarstøðir fleiri staðni í Bahrain og Kuvait. Eitt nú er álop framt á eina loftverjustøð í Riffa, sum er næststørsti býur í Bahrain.
Samstundis boðar amerikanska Centcom frá í fráboðan á X, at landið í nátt hevur framt álop móti Iran. Hetta er tíggjunda náttin á rað við amerikanskum álopum.
Endamálið við álopunum er at skerja førleikan hjá Iran at leypa á handilsskip, ið sigla gjøgnum Hormuzsundið, sigur Centcom.
Enn er tað ikki eydnast at koma fram til eina varðandi loysn millum Iran og USA síðan amerikansku álopini byrjaðu 28. februar. Orsøkin var, at Donald Trump forseti vildi forða Iran í at fáa kjarnorkuvápn.
Iran hevur alla tíðina víst aftur, at landið er í gongd við at framleiða kjarnorkuvápn, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald