Tað elvdi til øsing tá LGBT-strípur vórðu málaðar á vegin uttanfyri Gundadalshøllina um hesa tíðina í fjør. Og ikki óvæntað ger tað tað aftur í ár.
- Borgarstjórin og tann vinstravenda samgongan í Tórshavnar býráð gevur enn einaferð einum felagskapi sersømdir, sum gongur ímóti flestu kristnum og siðsøguligum virðum í Føroyum, skrivar Birgir Nielsen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Havn, í lesarabrævi.
- Og borgarstjórin og samgongulimir ganga enntá sjálvar á odda við at mála strípurnar á vegin í Steinatúni. Sum býráðslimur fyri Fólkaflokkin vil eg staðiliga mótmæla at Steinatún og Havnin á henda hátt verður mála við LGBT+litum, skrivar hann.
(Mynd: Sverri Egholm)
Hann spyr tí Elsu Berg, borgarstjóra, um hvør hevur givið loyvi til hetta, og um hetta hevur verið í avvarandi nevnd ella í býráðnum til viðgerar ella støðutakan.
Eisini vil hann vita, um ferðslunevndin hevur góðtikið hetta.
- Vónandi kann borgarstjórin svara okkum mongu borgarum, sum als ikki vilja góðtaka slíka vandalismu á vegnum í miðbýðnum, har børn, ung og eldri skulu ganga næstu dagarnar og á ólavsøku, skrivar Birgir Nielsen.
Les alt lesarabrævið á lesarin.fo her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald