Mentan

X Factor aftur á skíggjan

Eftir støðg verður X Factor aftur at síggja 15. mai

(Mynd: TV2)

(Mynd: TV2)

2020-05-04 10:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Væl umtókta sjónvarpssendingin X Factor verður aftur at síggja 15. mai. Tað skrivar danska TV2 í tíðindaskrivi í dag.

Orsakað av koronavirusinum hevur TV2-sendingin verið útsett í óásetta tíð síðan 6. mars.

Evnið fyri sendingina 15. mai verður sangir úr tónleikafilmum.

Í ár verður finalan yvir tveir dagar. 22. mai verður fyrsta finaluumfar, og 23. mai skal vinnarin finnast.

Enn er óvist, um áskoðarar verða til tær tríggjar sendingarnar, sum eftir eru í hesum umfari, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder